Føroyingar beinleiðis til summar og sól

Í summar skipar Flogfelag Føroya fyri tveimum beinleiðis túrum til Costa Dorada strondina í Spaniu. Og undirtøkan er sera góð

Tað er í hesum døgum, at føroyingar leggja sær summarfrítíðina til rættis. Nógv hava longu gjørt av, hvar ella um tey fara uttanlands at ferðast í summar. Men til tey, sum ikki endaliga hava gjørt av, hvat tey gera, stendur eitt áhugavert tilboð í boði.

Flogfelag Føroya skipar fyri tveimum beinleiðis túrum til summar og sól í miðalhavinum. Farið verður til Costa Dorada strondina í Spaniu. Fyrra ferðin verður frá 18. juli til 1. august, og tann seinna frá 1. august til 13. august. Flogfelag Føroya hevur leigað flogfarið hjá Atlantsflog at flúgva beinleiðis úr Føroyum til Barcelona.

Tá ið ferðalagið er komið til Barcelona, verður koyrt framvið teirri 8 kilometra longu Costa Dorada strondini til frítíðarbýin Salou, ið liggur umleið 1 tíma sunnan fyri Barcelona.


Gott ferðamál

Salou er ein kendur frítíðarbýur við góðari sandstrond, handlum, matstovum og undirhaldi fyri allar aldursbólkar.

Í Salou liggur "Port Aventura", ið er ein kend park. Parkin er ein sokallað evnispark, ið er býtt í fimm heimspartar - Polynesia, Mexiko, Kina, Fjareystur og Miðalhavið. Meiri enn 3000 fólk arbeiða har og 90 framførslur av ymiskum slagi eru hvønn dag. Í parkini eru 30 aðrar attraksjónir, 23 matstovur og 22 handlar. Umframt eru rutsjubanar, karusellir og alt tað, sum vanliga er í einum tivoli. Avgjørt eitt stað at vitja og royna.

Tey smæstu verða avgjørt ikki við sviðusoð í hesum kenda frítíðarbýnum, har er nevniliga eitt vatnland og fleiri onnur áhugaverd tilboð.

Nógv mentunartilboð og søgulig frítíðarmál eru at síggja í býnum. Salou-tours ger bussferðir til eitt nú litríka stórbýin Barcelona, har vitjað verður á F.C. Barcelona-ítróttarøkinum, víðakenda Katidralinum, Sagrada Familia hjá kenda Gaudi, Montserrat-kleystrinum umframt til Andorra, ið er tollfrítt øki.

Flogfelag Føroya letur væl at undirtøkuni fyri hesi beinleiðis ferðini. Tey rokna við, at báðar ferðirnar verða útseldar. Nógvir fyrispurningar hava verið um at skipa fyri beinleiðis túrum. Vanligt var at skipa fyri slíkum túrum fyri nøkrum árum síðani, men nú eru nógv ár síðani. Tað er bæði lættari og bíligari at fara beinleiðis enn at fara um Keypmannahavn.

Fólk frá Flogfelag Føroya hava verið á staðnum og kannað viðurskiftini. Og tey lata sera væl at.