Bókmentirnar hjá tíggju føroyskum høvundum verða við á bókamessuni í Frankfurt í heyst Á heysti 2010 beyð Halldór Guðmundsson, vegna Søgueyjan Ísland, Helenu Dam á Neystabø, mentamálaráðharra, at kunna um føroyskar bøkur á bókamessuni í Frankfurt 2011. Messan verður frá 12. til 16. oktober.
Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharrin tók av, og setti ein bólk at velja 10 bøkur út. Tað er soleiðis, at íslendingar eru heiðursgestir á bókamessuni, og føroyingar eru bodnir at hava bás við liðina á tí íslendska.
Teir tíggju høvundarnir eru Andras Mortensen, Bárður Oskarsson, Carl Jóhan Jensen, Gunnar Hoydal, Hanus Kamban, Jóanes Nielsen, Jógvan Isaksen, Oddvør Johansen, Sólrun Michelsen og Tóroddur Poulsen.
Síðan eru høvundalýsingar gjørdar á týskum og tær er nú lagdar út á heimasíðuna Sögueyjan Ísland, har tað føroysak tilfarið liggur á slóðini: www.sagenhaftes-island.is/de/fenster-zu-den-faroer-inseln/