Føroyingar búgva eisini í Føroyum

»Føroyafrádrátturin hevur stóran týdning fyri føroysk lesandi í Danmark.« Tað stendur í einum tíðindaskrivi frá (ja haldi tykkum fast) Tjóðveldi.

Men nú ætlar danska stjórnin at lækka henda serliga frádrátt í skattinum hjá føroyskum lesandi í Danmark. »Tískil vil eg hava greiðu á, um nakað kann gerast fyri at broyta hesa avgerð,« sigur Høgni Hoydal í tíðindaskrivinum.
Tveir dagar áðrenn hetta tíðindaskrivið varð almannakunngjørt, viðgjørdi løgtingið í samfullar 4 tímar, blokkstuðulin (altso stuðulin til føroyingar í Føroyum). Men tá var støðan ein heilt onnur. Tjóðveldisumboðini í fíggjarnevndini mæltu til, alt fyri eitt at fara undir samráðingar við donsku stjórnina um eina endaliga búskaparliga uppgerð, sum skjótast gjørligt skipaði okkum sum fullveldisríki.
Ein annar minniluti í fíggjarnevndini (Bill Justinussen úr Miðflokkinum) skeyt upp at lækka blokkstuðulin. »Verður hesin leisturin nýttur, er møguleiki fyri eini tryggari gongd burtur úr teimum bindingum, sum gjald fyri vald altíð hava við sær,« stóð í hansara áliti.
So meðan hesir flokkar kalla danskan stuðul til føroyingar í Føroyum fyri »gjald fyri vald«, »eiturinnspræning« og mangt annað, so hevur danskur stuðul til føroyingar í Danmark »stóran týdning«.
Vónandi hava hesir flokkar ikki gloymt, at føroyingar búgva eisini í Føroyum.