Føroyingar bíða við at fiska sildakvotuna

Øll tey føroysku sildaskipini liggja í løtuni, tey bíða við at fiska sildakvotuna, til sildin er feitari, tí tá fæst betur prísur fyri sildina.

Tó hevur Norðborg verið á sildaveiðu, teir leitaðu víða um, vóru líka uppi við Jan Mayn, men tað kom ikki so nógv burturúr, teir komu á Klaksvík fríggjadagin við 200 tonsum av heilfrystari sild. Nú verður ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið gjørt, áðrenn farið verður aftur til fiskiskap.

Tey flestu norsku skipini liggja eisini í løtuni, men tó hava 5 norsk skip landað í Skotlandi og Norra í farnu viku, tey hava roynt í ES-sjógvi í Norðsjónum, tilsamans landaðu tey 1752 tons. Tað er bara Norway Pelagic, sum ikki hevur læst í løtuni, teir lata frá 2,90 til 3,01 NKR fyri kilo.

Eisini íslendingar hava lagt tað mesta av sildaflotanum fyribils, teir bíða helst eisini til mánaðarskiftið.