Tað er ongastaðni í Evropa, at so stórur partur av fólkinum er til arbeiðis, sum í Føroyum. Tað staðfestir Hagstovan í eini nýggjari frágreiðing. Og tað er bara í Íslandi, at tey arbeiða næstan líka nógv, sum í Føroyum.
Hagstovan sigur, at í Føroyum eru tað nevniliga 86 prosent av fólkinum, sum eru til arbeiðis. Hetta merkir, at av øllum teimum 36.500 fólkunum í Føroyum, sum eru í aldrinum frá 15 til 74 ár, eru heili 31.500 fólk í arbeiði. Sostatt eru tað bara einir 5.000 føroyingar í hesum aldursbólkunum, sum eru til arbeiðis.
Vinnutíttleikin, sum tað eitur, í Íslandi er næstan líka høgur, sum hann er í Føroyum, tí hjá grannunum fyri vestan er hann 83 prosent. Síðani er eitt lop niður til Sveis, har vinnutíttleikin er 76 prosent og Svøríki, har hann er 74 prosent. Í Noregi, Týsklandi, Danmark, í Bretland og í Eysturríki, er vinnutíttleikin 70 – 71 prosent.
Har vinnutittleikin er lægst í Evropa, er í Turkalandi og í Italia, har hann er 57 prosent.
Verður hygt eftir kynsbýtinum, er vinnutíttleikin hjá monnum í Føroyum heili 88 prosent og tað er eisini tann størsti av øllum. Hjá monnum í Íslandi er hann 86 prosent. Hjá kvinnum í Føroyum er vinnutíttleikin væl størri enn í Íslandi, tí er her hann 84 prosent og í Íslandi er hann 79 prosent
Samanumtikið sæst, at í øllum øðrum londum er vinnutíttleikin hjá kvinnum lægri enn hjá monnum. Men í Føroyum er kynsmunurin tann minsti, tí er her hann bara fýra prosent, men í Íslandi er hann sjey prosent. Men í øllum ES er vinnutíttleikin hjá kvinnum 12 prosent minni í miðal enn hann er hjá monnum.
Nógv tann størsti kynsmunurin er í Turkalandi, tí har eru tað 77 prosent av monnunum, sum arbeiða, men bara 37 prosent av kvinnunum – og tað eru eisini kvinnurnar í Turkalandi, sum arbeiða nógv minst av øllum.
Tey, sum telja við í tølunum yvir arbeiðsfjøldinam eru øll, sum eru vinnuliga virkin, ella løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku.
Tey, sum ikki eru tald við, eru ungfólk, sum burturav eru undir útbúgving, fólk sum av sjúku, skerdum førleika, ella øðrum, ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum fyri aldur ella av øðrum orsøkum.