Føroyingar í altjóða teldukapping

Hetta vikuskiftið verður Dreamhack í Svøriki, har heimsins bestu telduspælarar kappast um stórar vinningar. Í ár luttaka eisini tvey umboð fyri Føroyar.

Teir, sum luttaka, kalla seg “mumming” og “Ignorance”, tá teir spæla Starcraft II. Teir hava klárað seg væl móti útlendskum spælarum og eisini í føroyskum kappingum.

Á Dreamhack savnast 10.000 telduspælarar fyri at spæla saman við og móti hvørjum øðrum á tí sokallaða “gaming festivalinum”. Tiltakið skipar fyri kappingum, framsýningum og konsertum.

- Til ber at fylgja við hvussu tað gongst føroyingunum á www.gaming.fo verður sagt í tíðindaskrivi.