Føroyingar á altjóða fiskarí messu í Kina

Í døgunum 27. - 29. okotber var stór fiskarímessa í Kina, har eisin umboð úr Føroyum sýndu fram. Eitt teirra var meklaravirkið Maretec á Argjum

Eirikur Lindenskov


Á alstjóða fiskarímessuni, sum var í Dalian í Kina 27. - 29. oktober vóru eisini umboð úr Føroyum. Á messuni vóru eini 20.000 fólk úr øllum heiminum og vitjaðu, og millum útstillararnar vóru Fiskasølan og skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum, sum sýndi fram saman við kinverku og íslendsku partnarunum sínum.

Sosialurin hevur hitt Álv Mortensen, frá Maretec:

? Tað var sera stórur áhugi at koma á tann básin, har tað føroyska, íslendska og kinesiska flaggið veitraðu lið um lið, sigur Álvur, sum júst er afturkomin úr Kina.

? Serliga hevði okkara loysn um at byggja skandinavisk fiskiskip í Kina stóran altjóða áhuga, og vóru umboð úr øllum heiminum og vitjaðu á messuni og básin hjá okkum, sigur hann.

Víðari sigur hann, at norðbúgvar, skandinavar, fólk úr Evropa, New Zealandi, Australia, Norður- og Suðuramerika, Suður Afrika og Fjareystri vístu stóran áhuga fyri hesum byggiætlanum, serliga tí, at hesi hátøkniligu fiskiskipini kundu byggjast á fyrsta floks ISO 9002 sertifiseraðum skipasmiðjum í Kina fyri ein rímiligan og bíligari kostnað, enn menn vanliga kenna til, sigur Álvur Mortensen.

Básurin hjá Maretec hevði myndir, tekningar og spesifikatiónir av teimum mest aktuellu fiskiskipum og eisini fleiri skipsmodell at vísa fram. Eitt nú var nýggjasta modellið av tí 71,3 metra langa kombineraða nóta- og trolskipinum, sum í løtuni er í gerð í Kina til íslendskan keypara, eisini við á messuni.

? Úrslitið á messuni var, at vit fingu samband við nógvar sera áhugaðarkeyparar umframt at fleiri konkret tilboð vórðu givin og »letter of intetn« upp á at byggja nøkur nóta- og trolskip afturat vóru undirskrivað, sigur Álvur Mortensen.

Við í ferðalagnum í Kina í hesar tvær vikurnar var eitt ferðalag úr Íslandi og eitt úr Skotlandi fyri at kanna møguleikarnar og fyri at síggja skipasmiðjurnar, sum Maretc samrstarvar við.

? Aftan á messuna var vitjað á trimum nýmótans skipasmiðjum, umframt á teirri skipasmiðjuni, sum vit byggja á í løtuni, sigur Álvur, sum samanumtikið heldur, at at tað er stórur áhugi fyri at byggja í Kina.

? Kostnaðarstøðið er umleið 30-40% lægri enn í Evropa. Leveringstíðin er stutt - góðskan er fyrstafloks. Tey gomlu skipini kunnu møguliga takast í býti, fíggingarmøguleikarnir eru til staðar við eini rentu um 5% yvir 10 ár, eftirlitið í byggitíðni eru norðurlendskt, garantieftirlit av skipunum verður framt í Evropa, og evropiskt góðkend bankatrygd verður givin av skipasmiðjuni í byggitíðini, sigur Álvur Mortensen at enda