Føroyingar í altjóða badmintonkapping í Íslandi

Badminton: Ferðin hjá føroysku badmintonleikarunum í Íslandi í seinasta mánaði var sera væleydnað

Fyri fyrstu ferð nakrantíð luttóku føroyingar í Pro Kennex Icelandic Open sum í ár var 19. og 20. mars. Hetta er stór kapping har badmintonleikarar úr øllum Íslandi savnast í hvørjum ári. Eisini koma leikarar úr øðrum londum, og hesaferð vóru leikarar úr Týsklandi, Danmark, Onglandi, Litava, Kina og Føroyum.

Við í føroyska hópinum vóru:

Jørgen Enghamar, Herman Eysturoy, Regin Hammer, Kim Jensen, Erland Poulsen, Ragnar Rasmussen, Annika Berg, Guðrun Jacobsen, Guri Poulsen, Elsa Torkildshøj, Gunnar M. Gregoriussen (liðleiðari og venjari), og Jógvan Joensen (ferðaleiðari).

Farið var úr Vágum hósdagin og flogið varð beinleiðis til Akureyrar, har kappingin skuldi vera fríggjadagin og leygardagin. Hóskvøldið fingu føroyingarnir høvi at venja í somu høllini, sum kappingin skuldi vera í dagin eftir. Vant varð saman við íslendingum undir fyrrverandi týska landsliðsvenjaranum. Hetta var sera góð venjing, og fingu føroyingarnir nógv góð »tips« um, hvussu teir kunnu betra um spælið. Allir føroyingarnir vóru í einum míli um at venjingin hóskvøldið átti sín lut í at úrslitið bleiv so gott sum tað bleiv. Úrslitini frá sjálvari kappingini eru umrødd seinni.

Dystast var av øllum alvi fríggjadagin og leygardagin. Leygarkvøldið var galla-døgurði har steypini til vinnararnar blivu handað.

Sunnudagin hvíldi føroyska liðið seg eitt sindur, men vandi tó um kvøldið saman við lokala felagnum av Akureyri. Sagt varð tí farvæl við vertir okkara. Íslendingarnir søgdu seg vera sinnaðar, at koma til Føroya í vitjan í summar. Farið varð heim aftur mánamorgunin, og flogið varð um Reykjavík til Vágar.


Sera mennandi ferð

Venjarin Gunnar M. Gregoriussen sigur at ferðin hevur verið sera mennandi fyri føroyskt badminton, og hevur ferðin víst, at um rætt verður atborið kunnu føroyingar gera seg galdandi í hægri støði enn nú. Semja er um, at úrslitið í Akureyri kundi verið betri, høvdu føroysku leikararnir havt fleiri royndir at møta fremmandum leikarum undir fremmandum umstøðum.

Gunnar viðmerkir at hendan ferðin hjá badmintonlandsliðnum ikki hevði verið møgulig uttan dyggan stuðul frí hesum virkjum og fyritøkum í Føroyum: Atlantic Airways, Bátatænastan, Farex, Faromar, Faroe Travel, Faromar, Føroya Termovirki, Poul Michelsen, Einar Mikkelsen, Gummibátatænastan, SA Salmon, Strandfaraskip Landsins, Tryggingarfelagið Føroyar og Esmar Simonsen.