Føroyingar í Aarhus samlast til landsdystin

Í samband við landsdystin í kvøld millum Írland og Føroyar samlast føroyingar í Aarhus í hugnaligu írsku pubbini Tir Na Nog, sum liggur á Fredriksgade 40.

 

Landsdysturin, sum verður vístur á stórskíggja, byrjar klokkan 20.45 danska tíð. Úr Føroyingafelagnum í Aarhus frættist, at nógvir írar verða væntandi til dystin í Tir Na Nog hetta kvøldið, og verður tað tí heitt á føroysku landsliðsfjepparnir í Aarhus um at møta upp í góðari tíð.

 

Seinast Føroyar og Írland spældu var í fjør. Tá vann írland 4-1, eftir at tað var javnleikur 0-0 í hálvleikinum. Arnbjørn T. Hansen skoraði føroyska málið.