Føroyingar í Aalborg kunnu gleða seg. Heimskendi bólkurin, Guns N? roses framførir í Aalborgs Gigantium 14. juni.
Guns N? Roses eru á konsertferð í Norðurlondum, og í hesum sambandi framføra Guns N? Roses í Gigantium í Aalboorg 14. juni.
- Tað er okkum ein gleði at kunngera hetta navnið, sigur stjórin í Aalborgs Kongres & Kultur Center, Ernst Trillingsgaard.
Føroyingar í Aalborg kunnu í summar syngja við til >>Paradise City<< og >>Sweet Child of Mine<< 14. juni fyri 570 kr. Atgongumerki kunnu keypast á www.billetlugen.dk ella í Fona handlum í øllum landinum.










