Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag

Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og 1 bronsu í seniorkappingini.

 

 

Føroyska luttøkan í finalum í dag:

 

50 rygg: Birita Debes og Poula Ø. Mohr

50 bringa: Pauli Ø. Mohr, Bjarni M. Petersen og Óli Mortensen

50 firvald: Astrið Foldarskarð

50 frí: Pauli Ø. Mohr, Magnus Jákupsson og Bjarni M. Petersen

400 frí: Monika Biskopstø

200 rygg: Birita Debes

100 rygg: Magnus Jákupsson

100 bringu: Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum

200 firvald: Monika Biskopstø

100 frí: Poula Ø. Mohr, Birita Debes og Monika Biskopstø

 

Til ber at fylgja við tíðunum beinleiðis á www.svimjing.com/live, har eisini nøkur smá videobrot eru frá svimjistevnuni í Íslandi.

 

Føroyska ungdómslandsliðið heilsar úr Íslandi, at tað gongur bara væl í kappingini, hóast tey eru sera móð. Tey hava sum kunnugt verið á venjingarlegu síðani fríggjadagin 9. januar, og svumu har tilsamans millum 66,6 og 78,3 kilometrar, upp undir sjálva svimjistevnuna.

 

Men hørð venjing gevur úrslit: Til nú hava ungu føroyingarnir sett 3 føroysk met og 9 juniormet, umframt at tey saman við restina av føroyska hópinum hava kvalifiserað seg til 19 A-finalur og 16 B-finalur, við omanfyri nevndu heiðursmerkjum sum úrslit. Nú seinnapartin kl 16:30 fáa tey so aftur møguleika at vinna heiðursmerki, og seta met, sigur Rókur í Jákupsstovu frá Svimjisambandi Føroya.

 

Eitt samlað yvirlit yvir føroysku luttøkuni á RIG 2010 sæst her:

spreadsheets.google.com/ccc