Bæði Vejle og Vendsyssel FF vunnu sínar dystir í næstbestu fótbóltsdeildini í Danmark í dag.
Vendsyssel vann á heimavølli 3-2 á gamla liðnum hjá Atla Danielsen, FC Roskilde, og Vejle vann á útivølli 2-1 á Næstved. Tíverri fyri Vendsyssel og Vejle, so vann Silkeborg sín dyst, og er Silkeborg fýra stig frammanfyri Vejle og Vendsyssel, sum hava 53 stig hvør. Silkeborg hevur 57 stig, og tað sær ljóst út hjá Silkeborg at halda fast við triðja plássið, sum gevur uppflyting til superliguna. Bert tvey umfør resta, og tað verður torført hjá Vejle og Vendsyssel at vinna seg uppum Silkeborg.
Silkeborg spælir úti ímóti AC Horsens, sum hevur tryggjað sær uppflyting komandi leygardag, og í seinasta umfarinum tekur Silkeborg ímóti Vejle. Komandi leygardag tekur Vejle ímóti Lyngby, sum eisini hevur tryggjað sær uppflyting.
Komandi leygardag tekur Vendsyssel ímóti HB Køge, og í seinasta umfarinum spælir Vendsyssel á útivølli ímóti Helsingør. Hvørki HB Køge ella Helsingør hava nakað at spæla fyri seinastu tvey umførini. Liðini flyta hvørki niður ella upp, og liggja í ongamannalandi á stigatalvuni.
Í Hjørring byrjaðu Brandur H. Olsen og Hallur Hansson inni fyri Vendsyssel. Simon Okuson legði Vendsyssel á odda stutt undan steðginum, men við málum í 64. og í 69. minutti vendi Roskilde dystin til eina 2-1 leiðslu. René Shaki Joensen og Nicolas Bøgild vóru sendir á vøllin, og báðir gjørdist avgerandi fyri Vendsyssel. Tá 10 minuttir vóru eftir javnaði Nicolas Bøgild fyri Vendsyssel. Ímóti dystarenda hevði René Shaki Joensen eitt rimmar innlegg úr høgru síðu, sum endaði á pannuni hjá Simon Okuson, sum stútaði bóltin í netið til 3-2 til Vendsyssel FF, sum aftur tryggjaði sær trý stig í dag.
Viljormur Davidsen byrjaði inni fyri Vejle, sum vann 2-1 í Roskilde. Simon Nagel legði Vejle á odda í 12. minutti. FC Roskilde javnaði, tá 64. minuttir vóru farnir, men tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini tryggjaði Christian Kudsk Vejle sigurin.