Føroyingaliðið av Akureyri vann dramatiskan sigur á ÍBV

KA vann úti í Vestmannaoyggjunum við einum máli sum var skotið beint undan seinasta bríksli

Føroyingaliðið, KA av Akureyri var úti í Vestmannaoyggjunum í kvøld og spældi dyst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Tað gekk framúr væl. KA vann 29-28 við einum sigursmáli sum var skotið beint undan seinasta bríksli. 

Vestmannnaoyingar vóru tó ikki nøgdir við, at KA slapp at skora sigursmálið. Heimamennirnir meintu, at Pat­rek­ur Stef­áns­son sum skoraði sigursmálið hjá KA hevði skumpað Arn­ór Viðars­son hjá ÍBV beint áðrenn Patrekur meddaði bóltin í málið til 29-28, men dómararnir lótu málið standa, og KA fekk tvey stig við sær til Akureyrar.

Áki Egilsnes skoraði fimm mál fyri KA í kvøld og Allan Norðberg skoraði tvey mál. Nicholas Satchwell í málinum hjá KA bjargaði átta skotum. Nicholas bjargaði einum brotskasti í kvøld.

KA er nú komið uppá sætta pláss í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við níggju stigum. Tað er sama stigatal sum ÍBV og hitt føroyingaliðið, Fram hava.

Komandi hóskvøld tekur KA móti Vali sum hevur eitt stig meira enn KA.