Einki er størri hjá einum hondbóltsspælara hjá KA enn at vinna á hinum Akureyrar-liðnum, Þór.
Tað eydnaðist fyri stuttum hjá KA í steypakappingini, og í dag eydnaðist tað aftur hjá KA at sigra á Þór í dysti á útivølli í bestu íslendsku hondbóltskappingini.
KA vann 21-19 á Þór aftaná enn eina spennandi grannauppgerð. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12, og tá 10 minuttir vóru eftir var Þór á odda 19-18, men hesar seinastu 10 minuttirnar stongdi Nicholas Satchwell málið hjá KA, bókstaviliga. Nicholas hevði fleiri bjargingar seinastu løtuna, og tá tríggir minuttir vóru eftir stórbjargaði hann einum brotskasti við støðuna 20-19 til KA.
Nicholas Satchwell hevði umframt brotskasti 10 aðrar bjargingar, nógvar av teimum í seinna hálvleiki.
Áki Egilsnes var eisini væl fyri í dag, og gjørdist toppskjútti hjá KA við sjey málum. Allan Norðberg fekk bara eitt mál fyri KA í dag, men tað var til støðuna 19-19 tá seks minuttir vóru eftir, so Allan valdi løtuna væl.
KA hevur nú fingið tríggjar sigrar og tveir javnleikir seinastu fimm dystirnar, og teir hava nú togað seg uppá fjórða plássið við 12 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, FH sum hevur 16 stig.
Komandi fríggjakvøld vitjar Haukar KA á Akureyri. Haukar eru nummar tvey í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 15 stigum. Man tað ikki aftur fara at blíva ein spennandi dystur hjá føroyingaliðnum á Akureyri?
##med2##