Føroyingaliðið á Akureyri vann seg víðari í steypakappingini

Liðið hjá Áka Egilsnes, Allani Norðfoss og Nicholas Satchwell vunnu grannauppgerðina móti Þór

KA við Áka Egilsnes, Allani Norðfoss og Nicholas Satchwell hava vunnið seg víðari til áttandapartsfinalurnar í íslendsku steypakappingini í hondbólti við góðum sigri á grannunum úr Þór.

Þór hevði munin stóran part av fyrra hálvleiki, og stutt undan steðginum var Þór á odda 13-10, men KA fekk minkað um munin til 14-13 beint undan steðginum.

Í seinna hálvleiki lá betur fyri hjá KA, og serliga móti endanum av dystinum. KA vann 26-23 tá samanum kom.

Áki Egilsnes gjørdist saman við Árna Braga Eyjólfssyni toppskjútti hjá KA við sjey málum hvør. Nicholas Satchwell hevði sjey bjargingar meðan Allan Norðfoss kom ikki á máltalvuna í kvøld.