Føroyingafelagið á Vestursælandi 15 ár veitslu

Leygardagin komandi skipar føroyingafelagið á Vestursælandi fyri stórari veitslu í sambandi við, at felagið er 15 ára gamalt

? Vit fara at skipa fyri eini rimmarveitslu leygarkvøldið í Lynge forsamlingshúsi - ella bygdarhúsi, sigur Ragnhild Sørensen, sum er formaður í Føroyingafelagnum á Vestursælandi.

Liðin eru 15 ár síðani, at felagið varð stovnað, og hesum ætla tey at gera nógv burtur úr, sigur hon.

? Tað hava longu teknað seg nógv fólk til veitsluna, men vit vænta enn fleiri - og øll skulu vera hjartaliga vælkomin, sigur Ragnhild Sørensen.

Lynge forsamlingshús liggur nakað sunnan fyri Sorø, sigur Ragnhild, sum skemtandi leggur afturat, at tað liggur innan fyri kommunumarkið.

Ragnhild Sørensen er jú býráðslimur í Sorø kommune, og hetta starvið hevur hon røkt seinastu 13 árini.

Í býráðnum hevur Ragnhild sitið í fleiri nevndum, og í løtuni er hon í mentanarnevndini, og umboðar býráðið í ymsum mentanahøpi, eitt nú í musikkskúlanum og í kenda Sorø Akademii, har mangir føroyingar m. a. hava tikið studensprógv - serliga í gomlum døgum.

Føroyingafelagið á Vestursælandi er eitt av teimum stóru føroyingafeløgunum í Danmark.

? Vit eru 122 limir - og eru sostatt triðstørsta felagið, sigur Ragnhild Sørensen.

Tilsamans eru eini 20 føroyingafeløg í Danmark.

Ragnhild Srøensen sigur, at teirra felag er eitt sera virkið felag.

? Vit hava eitt nú ein kappróðrarbát, og vit eru í ferð við at byggja okkum neyst, sigur hon.

Felagið nýtir bátin til kappróður, sum er á ymsum stevnum í Danmark. Byrjað verður í Hirtshals, síðani í Ishøj og endar kappróðurin í Sorø á heystið.

Ragnhild Sørensen sigur, at tey hava nógvar ungar limir í felagnum - og hon leggur afturat, at tey ungu eru sera trúføst.

? Har er alt slag av fólki, frá lærlingum av ymsum slag til sjúkrasystrar. Eg haldi øll kenna seg sum heima her, sigur Ragnhild Sørensen, sum at enda gleðir seg til at síggja nógvar føroyingar á veitsluni leygarkvøldið.

Tey, ið ætla at tekna seg til veitsluna, kunnu gera tað á telefon 57833196