Á eykaaðalfundi grækarismessu varð nýggj nevnd vald í føroyingafelagnum í Århus. Og nú hevur hon skipað seg. Hergeir P. Vang er formaður, Finnur Jensen, næstformaður, Elin Jacobsen, skrivari, Eivind Simonsen, kassameistari, og Jákup Olaf Johannesarson, PR-limur. Manningin er so at siga nýggj. Bert Hergeir P. Vang valdi at stilla uppaftur.
Á fyrsta nevndarfundi varð samtykt at byggja víðari á megnar arbeiðið, sum undanfarin nevnd hevur gjørt. Harumframt varð semja um, at leggja størri orku í at profilera felagið úteftir. Sum møguleika verður nevnt at menna samstarvið við systirfelagið í Keypmannahavn, at menna limablað felagsins, Áarósan, við fleiri haldarum, og at skipa fyri fleiri tiltøkum í hølum felagsins, Áarstovu, til gagns fyri núverandi og komandi limir.
Eitt aðalmál seinastu árini hevur verið at profilera felagið í Føroyum fyri at fáa fleiri føroyingar at búgva og lesa í Århus, men nevndin staðfestir, at fíggjarligu karmarnir eru vánaligir. Og tað er eingin loyna, at felagið saknar betur stuðul frá almennari síðu í Føroyum. Hetta verður eisini nakað, ið nýggja nevndin framhaldandi fer at arbeiða fyri at bøta.
Meir at lesa um felagið á www.aarstova.dk.










