Føroyingafelagið í Aalborg vekjast til lívs aftur

Í nógv ár hevur verið arbeitt við at fáa Føroyingafelagið í Aalborg vakt til lívs aftur. Nú verður aðalfundur hildin Seinastu árini hevur verið arbeitt við at fingið Føroyingafelagið í Aalborg virkið aftur.

Í fleiri ár hevur felagið einki høli havt at húsast í og mátti tí leiga seg inn ymsastaðni tá tiltøk vóru.

Í 2007 fekk felagið útvega eitt høli frá kommununi í Aalborg.

Síðan hetta nýggja høli kom, hevur nevndin arbeitt miðvíst við at fáa fleiri afturvendandi tiltøk upp at koyra. Eitt nú kunnu nevnast eldrabólkur, barnabólkur, mentanartiltak og Føroyskur dansur.

Í heyst hevði Føroyingafelagið í Aalborg 30 ára hátíðarhald og í tí sambandi varð skipað fyri fleiri tiltøkum, eitt nú listaframsýning, føroyskum kvøldi og tríatiára veitslu.

Men nevndararbeiði koyrir ikki av sær sjálvum, og felagnum tørvar størri undirtøku.

Tí verður heitt a limirnar í felagnum um at møta fjølmentar til aðalfund nú leygardagin klokkan 16 í hølum felagsins í Aalborg.