Sandnes Ulf er endiliga komið á slóðina aftur. 1-0 sigurin móti Sogndal í gjár var sjeyndi dysturin hjá vestlandsliðnum uttan tap, og Sandnes Ulf liggur nú á sjeynda plássi í OBOS-liguni.
Liðið hjá Ára Mohr Jónsson fekk eina ógvuliga góða byrjan upp á kappingarárið og lá leingi í oddinum í næstbestu norsku deildini, men mittasti parturin av kappingarárinum var lakur og liðið dragnaði langt aftur á stigatalvuna. Nú er tó bragdað aftur hjá teimum.
Nú fýra dystir eru eftir av kappingarárinum liggur Sandnes Ulf á sjeynda plássi við 37 stigum, eitt stig aftan fyri sætta plássið, sum vinnur teimum pláss í uppflytingardystunum. Tvey tey fremstu liðini í deildini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan tey næstu fýra skulu spæla um tað seinasta plássið. Nummar trý spælir móti nummar seks og nummar fýra móti nummar fimm. Síðani spæla vinnararnir hvør móti øðrum um seinasta plássið í bestu deildini.
Sjálvur er Ári Mohr Jónsson skaddur. Í juni fekk hann ein sera álvarsaman knæskaða. Bæði krossbondini slitnaðu, báðar meniskurnar eru farnar og hann fekk eitt brot í knæið. Hann verður væntandi ikki at síggja á fótbóltsvøllinum aftur fyrr enn næsta summar.
Næsti dysturin hjá Sandnes Ulf er 21. oktobur móti Nest-Sotra.
Florø og Patrik Johannesen stríðast enn fyri at yvirliva í næstbestu deildini, men fingu eitt afturstig, tá teir taptu 2-0 móti Strømmen, sum annars eisini lá í skeiva endanum á stigatalvuni. Nú bara fýra dystir eru eftir liggur Florø á beinleiðis niðurflytingarplássi, næst aftast í deildini, við 24 stigum. Notodden liggur triðaftast, sum ber við sær ein uppflytingardyst, við 26 stigum, meðan Åsane, á trygga plássinum fjórðaftast, hevur 30 stig. Patrik Johannesen spældi ikki í 2-0 tapinum móti Strømmen.
Í triðbestu norsku deildini gongur eisini betri hjá Bryne og Rógva Baldvinssyni, men har er lopið upp til uppflytingarstríðið ov langt. Bryne hevur bara eitt tap seinastu átta dystirnar og liggur nú á fimta plássið í PostNord-liguni, bólki 1. Fimm stig eru upp til Hødd á øðrum plássi, sum gevur rætt at spæla uppflytingardyst, fyrst móti nummar tvey í Postnord-liguni, bólki 2 og síðani móti nummar 14 í Obos-liguni.
Rógvi Baldvinsson spældi allan dystin í 3-0 sigrinum móti Arendal í gjár.
Kappingarárið hjá Bryne hevur annars verið nakað av eini ævintýraferð, tí lítla felagið vann seg heilt í kvartfinaluna í norsku steypakappingini. Har bleiv Eliteseriuliðið Lillestrøm tó ein ov stórur biti at gloypa, og Bryne tapti 2-0.