Trý lið við føroyskum leikarum skulu í eldin í dag í donsku steypakappingini. Skovbakken við Róa Danielsen á liðnum tekur ímóti AaB, sum hevur Hallur Hansson í hópinum. ÍF Føroyar spælir móti HIK.
Tað er møguleiki fyri, at tað verður ein føroyingur á hvørjum liðið, tá Skovbakken tekur ímóti Superliga-liðnum AaB. Í miðverjuni hjá Skovbakken spælir Rói Danielsen, sum hevur spælt við bæði AB og HB. Skovbakken spælir í 2. Deild Vestur í Danmark.
Hallur Hansson, sum júst hevur skrivað sáttmála við AaB, var upprunaliga ikki í hópinum til dystin, men ein skaða hevur gjørt, at tað nú er pláss fyri føroyska miðvallaranum. Dysturin millum Skovbakken og AaB byrjar klokkan 16.15.
Eisini ÍF Føroyar skal í eldin í dag. Teir skulu spæla móti HIK, sum spælir í 2.deild Eystur. ÍF Føroyar hevur fyrr roynt seg móti liðnum sum AB og Frem, men tapt tepurt. Nú er spurningurin um venjarin, Andras K. Thomassen, og hansara menn kunnu gera tað eitt betri hesaferð.
ÍF Føroyar hevur heimavøll, men hevur í samráð við HIK valt at spæla dystin á teirra heimavølli. Dysturin byrjar klokkan 17.30, sambært bold.dk.
Hoyr her samrøðu, sum varð gjørd við Andras K. Thomassen í morgunsendingini á Rás2.
Mynd:(Janus Ortind) Jákup Olsen stríðist fyri ÍF Føroyar