Íslendska steypafinalan á Laugardalsvøllinum, leygardagin 12. august verður millum ÍBV, sum hevur Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu í hópinum, og FH, sum vanliga hevur Gunnar Nielsen í málinum.
Gunnar Nielsen, sum hevur vart málið hjá FH í øllum pepsideildardystunum og Champions League dystunum vardi tó ikki málið, tá FH ígjár vann 1-0 á Leiknir Reykjavík í hálvfinaluni, sum var spæld á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum.
- Tummilin fór úr lið í Champions League-dystinum ímóti Maribor. Eg sat bara á bonkinum í gjár tí har var eingin annar málmaður. Skuldi av røttum hava spælt í gjár, men tað var ikki hugsandi at spæla við hesum skaðanum, greiðir Gunnar Nielsen frá. Smærri skaðar hava eisini hildið Gunnari frá at verja málið hjá FH í øðrum dystum í steypakappingini fyrr í ár.
Steven Lennon, sum ikki vísti seg frá sínari bestu síðu á Tórsvølli vísti seg frá sínari bestu síðu ígjár. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat tryggjaði hann FH sigurin.
So er at vóna, at Gunnar Nielsen verjir málið hjá FH í steypafinaluni 12. august, so vit kunnu fáa eina føroyinga-finalu á Laugardalsvøllinum. Spennandi verður.