Stórmeistarin Tiger Hillarp Persson, úr Svøríki, vann týsdagin á Heina Olsen í Norðurlendska Meistaraheitinum í talvi fyri einstaklingar, sum í hesum døgum verður telvað í Vammala í Finlandi. Samstundis tryggjaði hann sær oddasessin í kappiningini eftir at 7 umfør eru telvd. Tiger H. Persson er ikki ókendur í føroyskum talvhøpi. Umframt at búgva í Føroyum eitt tíðarskeið, hevur hann í fleiri umførum telvað í føroysku landskappingi fyri Kollafjarðar Talvfelag. Áhugaverd gongd út frá einum føroyskum sjónarhorni. Hans Kristian Simonsen gjørdist aftur í dag ov stuttur, hóast støðan var greitt til hansara fyrimuns stóran part av talvinum. Mest óvæntaða úrslitið var óivað, at íslendarin Robert Hardarsson basti væltelvandi dananum Nicolai V. Pedersen.
Telvað verða 11 umfør, fram til 4. september, tá kappingin endar. Mikudagin verður ikki telvað. Til ber at fylgja talvunum beinleiðis á alnótini frá kl. 11.00 á morgni. Sí www.farochess.com
Úrslitini týsdagin:
Hardarsson - Pedersen1-0
Hillarp Persson - Olsen1-0
Agrest - Lie0,5-0,5
Simonsen - Lehtinen0-1
Nybak - Thorfinnsson1-0
Sammalvuo - Tjomsland1-0
Støðan eftir 7. umfar:
NavnStyrkistalStig:
GM Tiger H. Persson (Svøríki)(2511)6,0
GM Evgeny Agrest (Svøríki)(2592)5,5
IM Nicolai V. Pedersen (Danmark)(2488)5,0
GM Tomi Nybak (Finland)(2571)5,0
IM Tapani Sammalvuo (Finland)(2441)3,5
IM Heikki Lehtinen (Finland)(2402)3,5
FM Heini Olsen (Føroyar)(2325)3,0
FM Robert Hardarsson (Ísland)(2361)3,0
Espen Lie (Noreg)(2300)3,0
Stig Tjomsland (Noreg)(2257)2,5
IM Bragi Thorfinnsson (Ísland)(2448)2,5
Hans Kristian Simonsen (Føroyar)(2305)0,5










