Mikukvøldið klokkan 20 verður forkunnug konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har Werner Schulze úr Eysturíki, og hópur av tónleikarum, fara at spæla.
Við í hópinum eru eini 20 fólk, sum lesa tónleik við tónleikaháskúlan í Wien.
Á konsertini verður serliga fólkatónleikur úr ymsum londum at hoyra.
Ljóðførini, sum spælt verður á, eru harmonika, citar, floyta, violin, klaver og onnur.
Werner Schulze er borin í heim í Wiener Neustadt í Eysturíki í 1952.
Hann er professari í Harmoniskari tilgongd í átøkum úr ymiskari mentan, og hevur hann eisini tikið eina PH ritgerð í heimsspeki(filosofi).
Hann er komponistur, granskari og hevur fingið fleiri virðislønir fyri sínar tónsetingar og sítt arbeiði.
Werner Schulze spælir sjálvur fagott, og hann er Føroyavinur burturav. Hann spældi við t. d. í kantatuni, tá ið kirkjan í Fuglafirði varð vígd 1984.
Hann hevur verið her fleiri ferðir síðani í síni frítíð og sum tónleikari.
´