Føroyavinur høgra hond Bidens

Rufus Gifford var sendiharri hjá USA í Keypmannahavn 2012-2016.

Áðrenn hann kom til Keypmannahavnar, var hann ein av kampagnuleiðarunum hjá Barack Obama, tá hesin varð valdur.

Rufus var fleiri ferðir í Føroyum.

Hann er nú ein av næstu monnum Bidens í valstríðnum. Tað kann koma at hava týdning fyri føroysk áhugamal at hava slíkan føroyavin í toppinum av amerikanskum politikki og so nær Biden.