»Góðandag!«
Hesa púra vanligu føroysku heilsanina fært tú, tá tú á Christiansborg hittir og heilsar upp á mannin, sum í gjár gjørdist forsætisráðharri í Danmark.
Lars Løkke Rasmussen skilir tað, ið sagt verður, tá tú tosar føroyskt við hann. Eisini havi eg latið mær fortalt, at hann kann lokkast til at svara, bæði væl og virðiliga, á góðum føroyskum máli.
Stórur fyrimunur fyri Føroyar
Føroyar hoyra til arbeiðsøkið, ið ráðharrin sjálvur tekur sær av í Forsætismálaráðnum. Spurningurin er, um tað hevur nakran týdning, at nýggi forsætisráðharrin hevur gott innlit í føroysk viðurskifti.
Svarið er eitt greitt JA.
Sjálvsagt er tað ein stórur fyrimunur, at sitandi forsætisráðharrin hevur júst hetta innlit.
Allar samrøður og møguligar samráðingar, ið Lars Løkke Rasmussen skal hava við føroysk umboð, fara at standa í ljósinum av, at maðurin veit, hvat og hvussu Føroyar og føroyingar eru.
Sama grundleggjandi forstáilsi fyri føroyskum viðurskiftum kann forsætisráðharrin brúka, tá hann skal taka avgerðir, ið so ella so viðvíkja Føroyum.
Politisk mótstøðufólk her heima hava longu verið úti og manipulerað veruleikan við at siga, at kennskapur ráðharrans til Føroya ongan týdning hevur. Hetta er at tala móti betri vitandi.
Dugnaligir politikarar
Nýggi maðurin í Forsætismálaráðnum er nærlagdur, málrættaður og eisini treiskur, tá tað krevst. Hann hevur politiskt tev, dugur taktiska spælið og politiska handverkið.
Hóast Løkke í fjølmiðlum stundum er negativt umrøddur, so vita vit, ið á ymsan hátt hava samstarvað við hann, at veruleikin er ein annar.
Flestu ásanna, at undanmaðurin í Forsætismálaráðnum hevur roynst væl, og bert tíðin fer at vísa spurningurin um ikki læringurin - sum orðatakið sigur – fer at roynast betri enn lærumeistarin.
Og júst lærumeistarin, Anders Fogh Rasmussen, var ein sannur politiskur meistari bæði úti og heima. Tí kann tað ikki undra nakran, at júst Fogh nú er uppi á ovasta tindi í NATO.
Í Føroyum kunnu vit fegnast um, at eitt umboð fyri alt ríkið er sett í eitt so týðandi starv sum at vera aðalskrivari í NATO.
Kontant svar í Fólkatinginum
Í Føroyum fara fleiri at minnast Fogh sum hann, ið ruddaði upp, eftir at Poul Nyrup Rasmussen hevði megnað at fløkt viðurskiftini við Føroyar meira enn gott er.
Fogh er eisini forsætisráðharrin, ið effektivt sópaði Misskiltu Nationalistarnar í Tjóðveldi úr Fólkatingssalinum við retorikkinum um fullveldi.
Her gav Fogh teimum stutta svarið: Føroyar kunnu til eina og hvørja tíð brúka sín sjálvsavgerðarrætt, men avgerðina mugu føroyingar taka heima í Føroyum.
Á hesum øki skulu vit rokna við, at Lars Løkke Rasmussen fer at leggja seg á júst somu linju sum Fogh. Hetta er eisini tað einasta rætta.
Bjóða manninum heim
Lat okkum politikarar samstarva væl við nýggja forsætisráðharran. Gera vit tað, spyrjast góð úrslit burturúr fyri báðar partar.
Mítt uppskot er, at Landsstýrið skjótast møguligt bjóðar Lars Løkke Rasmussen, ið so ofta hevur verið her í privatum ørindum, heim til Føroya á vitjan, so vit kunnu byrja nýggja samstarvið væl.