Føroyavinur fegnast um OYL í Føroyum

Geoff Corlett er stovnarin av Oyggjaleikunum. Hann legði lunnar undir leikirnar, sum vóru á Isle of Man í 1985 og hevur verið við á øllum leikunum síðan tá. Hann hevur verið ”Member and Honorary Secretary & Treasurer 1985 – 1993? og Honorary Life Member & Pater Ludorum Since 1993”.

Geoffrey, sum hann í veruleikanum eitur, er føroyavinur burturav. Nú borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen og konan Hjørdis, hittu hann aftur á Isle of Wight, hevði hann nógv at minnast afturá.

Serliga hevði hann góð minni frá Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989, tá hann var fastur gestur í svimjihylinum í Havn og haraftrat var og fiskaði tosk saman við Hera Olsen, sum var leiðari í svimjihylinum.

Við stórum smíli mintist hann aftur á onkrar av fyrstu fundunum hjá IIGA, sum vórðu hildnir í Føroyum, eitt nú við døgurðaborðið hjá John Kjær, sum tá var nevndarlimur í IIGA. Nú fegnaðist hann um, at føroyingar aftur høvdu fingið lim í nevndina, nú Sølvi Reinert varð nývaldur.

- Ikki minst var hann fegin um, at fyrrverandi ÍSF-forsetin, sum hann hevði havt so nógv samskifti við, nú var borgarstjóri í Havn. Hetta helt hann boðaði frá góðum til komandi leikirnar, sum hann vónaði verða hildnir í Føroyum sum skjótast, sigur Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.