Í døgunum 10. til 14. mai fáa KFUM og KFUK vitjan av Inge-Lise og Hans Verner Lollike. Tey koma at hava møtir hesar dagarnar.
Bæði eru tey kend við Føroyar og føroyingar í samband við arbeiði teirra innan hesar báðar rørslurnar KFUM og KFUK.
Bæði eru tey 64 ára gomul, og hava heilt síðani ungdómsárini verið virkin her, millum annað við norðurlendsku legunum ið vóru so væl umtóktar eitt skifti.
Ein slík lega Krosslegan varð hildin í Hoydølum fyrst í 80unum, eins og Inge-Lise var á eini líknandi legu í 2009 í Vestmanna. Hon er eisini virkin í arbeiðinum við altjóða kvinnubønardegnum.
Nú vitja tey enn einaferð okkara land. Frá KFUM og KFUK verður upplýst, at nærri skrá fyri møtini verður kunngjørd skjótt.