Nógv fólk kring landið kenna nøvnini Curt og Karen Nielsen. Tey vóru trúboðarar í Sandoynni og møguliga aðrastaðni við í fleiri ár innan Hvítusunnusamkomuna. Tey hava framvegis nógv samband við føroyingar á flatlondum og tey vitja eisini heim á klettarnar av og á.
Leygardagin 15. apríl kl. 16 verður evangeliskur fundur við teimum báðum í hølunum hjá Luthersk Missión, Vesterbro 9 B ? mitt í Odense.
Málið verður eitt sindur hálvbrotið dansk/føroyskt ella føroyskt/danskt, so tað ber til at skilja bæði hjá hálvum føroyingum og hálvum dønum ? (skulu vit so ganga ella plussa? ? í hesum tíðum við roknistykkjum um føroyingar í Danmørk).
Vit eru so aftur í teimum hølunum, sum vit byrjaðu í fyri skjótt langari tíð síðani og tey eru har, sum Søndergade kemur út í Vestergade/Vesterbro. Tú skalt inn ígjøgnum eitt (trongt) portur ímillum Pizzaria Italiano og Parykhuset. Tú skalt ikki leggja í, at eitt skilti við orðunum »Óviðkomandi onga atgongd«. Evangeliið er opið fyri øllum, og ætlar tú tær á evangeliskan fund, so ert tú vælkomin. Tú ert eisini vælkomin.
Eftir fundin við hesum fittu gomlu fólkunum ert tú/ eru tit vælkomin til ein drekkamunn. Eru ivamál, ber til at ringja til Árna Helmsdal, tlf. 65961373.









