Jóanes N. Dalsgaard
Málið varð viðgjørt í fjølmiðlunum, ikki minst vegna tess, at løgmaður loyvdi sær at siga sína hugsan um hetta undirgravingarvirksemið. Síðani hevur Kjartan Hoydal úttalað, at hann heldur tað verða óetiskt av løgmanni at fyrihalda seg til loynidómar, sum ikki eru ætlaðir at koma honum fyri oyra.
Hvørt tað er meira óetiskt at hava eina meining um tað, at vera stungin í ryggin enn tað er óetiskt at vera hann, sum førir knívin, skal eg lata onnur døma um. Men eitt stendur rimmarfast: Tað má hava almennan áhuga fyri føroyingar at vita, hvussu stevið er í landsstýrinum. Tá tað kemur fram, óvart ella ikki, at sterkar kreftir á politiska leikpallinum eru farnar undir eina samskipaða herferð, fyri at fella sína egnu stjórn, so má tað vera rættur føroyinga at vera kunnaðir um hetta. Hetta má og eigur at verða skylda fjølmiðlanna, og fyri einaferð skyld kendu fleiri teirra sína vitjunartíð.
Hvussu løgið tað enn ljóðar, so er júst leiklutur fjølmiðlana fallin heimasíðuni hjá Føroya Tele fyri bróstið. Í háðandi og niðrandi vendingum vera teir fjølmiðlar, sum undraðust á álitisbrotið ímóti løgmanni, skuldsettir fyri at vera lopnir framav. Hinvegin verður SvF, sum, hóast almennur tíðindastovnur, valdi ein serstakliga tendensiøsan vinkul til málið, til tess at undirgrava trúvirðið løgmans enn meira, róst fyri hetta á heimasíðuni www.portal.fo sum FøroyaTele eigur og rekur.
Tað, sum eg undrist á, er hvønn áhuga eitt alment partafelag, sum FøroyaTele, kann hava í, at útbreiða einvíst partapolitiskar boðskapir, so ella so. Ein skrivligur fyrispurningur til Føroya Tele um hetta er ikki svaraður, og ger hetta ikki undran mína minni. Spurningurin er, nú vit tosa um etik, um tað er etiskt forsvarligt, at brúkaragjøld til Føroya Tele verða nýtt til at fíggja partapolitiska propaganda. Kanska stjórin í Føroya Tele ella landsstýrismaðurin í vinnumálum hava eina meining um tað?