Føroyarutan verður óbroytt

Nógv umrødda umskipanin hjá danska flogfelagnum Maersk Air fer ikki at broyta nakað á Føroyarutuni

Rutuflúgvingin millum Føroyar og Danmark fer at halda fram eftir sama leisti sum higartil.
Hóast Maersk Air hevur gjørt umfatandi broytingar innanfelgs, verður Føroyarutan framhaldandi tann sama, sum hon hevur verið.
Per Brinch, kunningarstjóri hjá Maersk Air, sigur, at tað ber ikki til at gera broytingar i príspolitikkinum á Føroyarutuni. Har er gjørd ein avtala, sum skal haldast, sigur hann.
?Hon gongur í stuttum út uppá, at tað er ikki loyvt at kappast um prís á hesi leiðini, sigur kunningarstjórin hjá Maersk Air, sum kappast við Atlantsflog um ferðafólkini millum Føroyar og Danmark.
Maersk Air legði á tíðindafundi í Keypmannahavn mikumorgunin fram eina nýggja ætlan, sum boðar frá 11 nýggjum fráferðum suðureftir. Tær nýggju ruturnar fara allar til Fraklands og Spania.
Hesar ruturnar krevja eisini, at nógv flogfør eru tøk alla tíðina til hesa flúgving.
Men tað fer ikki at ávirka Føroyarutuna heldur, sigur Per Brinch.
Spurdur um tað ikki kann henda, at flogfarið til Føroya verður tikið úr hesi rutuni og sent aðrastaðni, um tað ikki fær lent í Føroyum til ásetta tíð, sigur Per brinch, at soleiðis verður ikki.
?Flúgvingin suðureftir verður við teimum nýggju, stóru Boeing 737-700. Føroyarutan verður í framtíðini røkt av Boeing 737-500, sigur hann.
Umframt at Maersk Air stovnar fleiri nýggjar rutur, verða eisini broytingar gjørdar umborð á flogførunum.
Tað fer í framtíðini at bera til at velja fleiri »deildir« umborð, sigur Per Brinch, kunningarstjóri.
Á rutunum suðureftir kunnu ferðafólkini velja at sita í »fleksiblum« setrum, sum veðra nevnd frá Small til X Large.
Small er vanligt setur, har 70 sentimetrar eru millum stólaryggirnar. Síðan økist plássið, til komið er til X-Large, sum hevur eina frástøðu upp á 90 sentimetrar og 50 prosent breiðari setur. Hetta verður sjálvandi goldið eyka fyri.