Í gjár kastaði UEFA lut um, hvussu dystirnir í EM-bólki B skulu spælast. Føroyar og hini seks londini í bólkinum kundu ikki semjast um, hvussu dystirnir skuldu leggjast, og so traðkaði UEFA til.
Londini hittust í Nyon í gjár, og tey samráddust í næstan fimm tímar undan lutakastinum.
Tað manglaði lítið í at fáa eina semju, men tað eydnaðist ikki, sigur Jens Erik Magnussen, sum saman við landsliðsvenjaranum Jógvan Martin Olsen og aðalskrivaranum Ísak Mikladal var á fundinum.
Vóru hepnir
Lutakastið spældi sera væl av fyri Føroyar, og hóast eingin av teimum stóru tjóðunum kemur til Føroya í ár, so fegnast FSF um lutakastið.
Føroyar leggja fyri ímóti Georgia 16. august, og seinasti dysturin verður ímóti Italia á útivølli 21. november næsta ár. Føroyar sluppu í lutakastinum undan at spæla nakran annan dyst í november.
Næsta ár verður eitt sera spennandi fótbóltsár, tí tá koma Italia, Skotland, Ukraina og Frakland til Føroya at spæla. Italia og Skotland spæla í Føroyum mitt um summarið, og hvør veit, um tað ikki kann lokka nógvar áskoðarar til Føroya.
Tað kundi gingið heilt galið í lutakastinum, men vit vóru ótrúliga hepnir, sigur Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá FSF.
- - - - -
Fakta
Dystarskráin til næstu EM-undankappingina í fótbólti sær soleiðis út:
2006
16. augustFøroyar-Georgia
02. septemberSkotland-Føroyar
07. oktoberFøroyar-Litava
11. oktoberFrakland-Føroyar
2007
28. marsGeorgia-Føroyar
02. juniFøroyar-Italia
06. juniFøroyar-Skotland
22. augustFøroyar-Ukraine
12. septemberLitava-Føroyar
13. oktoberFøroyar-Frakland
17. oktoberUkraine-Føroyar
21. novemberItalia-Føroyar