Føroyar vunnu seg í hálvfinaluna í badminton

OYGGJALEIKIR: Hoyr landsliðsvenjaran, Arathra Nandy taka samanum singlurnar og harradouble´ina, sum tryggjaðu hálvfinaluplássið

Føroyar hava vunnið seg í hálvfinaluna í liðkappingini í badminton. Tað gjørdist greitt aftaná Bartal Poulsen hevði vunnið singluna hjá monnum við 2-0 (21-10 og 21-12). Rannvá Karlsson vann eisini 2-0 í singluni hjá kvinnum, men hon mátti arbeiða fyri sakini í øðrum setti. Fyrra settið vann Rannvá greitt 21-9, meðan seinna settið endaði tepurt 22-20. 

 

Fyrr í dag gjørdu Føroyar slætt borð og vunnu 5-0 á Hetlandi.

 

Bartal Poulsen og Niklas Eysturoy vunnu harradouble-dystin 2-0. Fyrra settið var sera javnt og spennandi og endaði tepurt 24-22. Í seinna settinum vóru Bartal og Niklas trygt 21-14. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr landsliðsvenjaran, Arathra Nandy taka samanum avrikið hjá Bartali, Niklasi og Rannvá.