Føroyar vunnu á Letlandi

Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti vann í gjárg ímóti Letlandi í altjóða kapping, sum veðrur hildin í Litava

Føroyar vunnu dystin 3-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0. Samanumtikið vóru Føroyar betra liðið í dystinum, og Litava hevði fáar royndir á føroyska málið. Føroyar løgdu seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki varð sigurin staðfestur. Føroysku málini gjørdu KÍ-spælararnir Malena Josephsen, Rannvá Andreasen og Vivian Bjartalíð. Føroyar hava spælt tríggjar dystir í kappingini í Litava. Fyrsta dystin taptu Føroyar fyri vertunum úr Litava, men síðani hava Føroyar vunnið á bæði Estlandi og Letlandi. Føroyska ferðalagið kemur heim í dag.