Føroyar vunnu á La Union

Føroyska landsliðið vann seinna venjingardystin á La Manga 1-0 á La Union úr triðbestu sponsku deildini.

 

La Union hevði bóltin meiri, men Føroyar, sum spældu meiri beinleiðis, høvdu eitt hav av málmøguleikum og kundu vunnu stórsigur. Spanska liðið fekk ein mann útvístan eftir 42 minuttum, men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at Føroyar avgjørdu og vunnu tepurt 1-0. Sølvi Vatnhamar sendi eitt frálíkt innlegg í pannuna hjá Klæminti A. Olsen, sum stútaði bóltin í mál.

 

Føroyska liðið: Kristian Joensen – Jónas T. Næs, Jóhan Troest Davidsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hjalgrím Elttør, Pætur Dam Jacobsen, Jákup á Borg, Jústinus R. Hansen, Daniel Udsen – Kristoffur Jakobsen

 

Í seinna hálvleiki komu René Tórgarð, Hallur Hansson, Bogi Løkin, Sølvi Vatnhamar, Odmar Færø, Klæmint A. Olsen, Atli Danielsen og Viljormur Davidsen á vøllin.

 

Tað sást á fleiri av leikarunum, at venjingardysturin ímóti Murcia fyri bara tveimum døgum síðani sat í beinunum, men aðrir traðkaðu til og spældu væl.

 

Venjingarlegan hjá føroyska landsliðnum á La Manga endar sunnudagin.