Føroyar vunnu á Kypros

Í snarkapping fyri einstaklingar í gjárkvøldið var Helgi Dam Ziska suverenur.

Føroyar vunnu í dag 2½-1½ á Kypros í áttanda umfari í kappingini fyri smátjóðir í talvi í San Marino. Sigurin ber í sær, at Føroyar at kalla hava tryggjað sær triðja plássið í kappingini.

Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu, John Rødgaard telvaði remis, og Sjúrður Thorsteinsson tapti. Helgi vann á 1. borði í stórum stíli við flottari mátkombinatión.

Kypros var eitt av liðunum, sum kundi hótta triðja plássið hjá Føroyum.

Støðan fyri seinasta umfar: 1. Andorra (16 stig),  2. Monako (14), 3. Føroyar (12), 4. Luksemburg (9), Kypros (8), 6. Malta (8), 7. Liktinstein (5), 8. Jersey (4), 9. Guernsey (2) og 10. San Marino (2 stig).

Í seinasta umfari í morgin telva Føroyar móti Guernsey. Dysturin byrjar klokkan 13 føroyska tíð.

Í gjárkvøldið var snarkappingin fyri einstaklingar á skránni. Her stóðu føroyingar seg heilt væl. Helgi Dam Ziska var suverenur og vann við sjey stigum av átta møguligum.

Men, ikki minni sannførandi var góða úrslitið hjá 13 ára gamla, Luitjen Akselson Apol. Hann endaði nummar 4 í kappingini millum teir 33 telvararnar við fimm stigum. Sjúrður Thorsteinsson varð nummar 6, John Rødgaard nummar 10 og Hans Kristian Simonsen nummar 11.

Á viðheftu mynd eru Hans Kristian Simonsen, Sjúrður Thorsteinsson og Helgi Dam Ziska.