Føroyski tjóðsangurin var at hoyra í ítróttarhøllini í Trollhettan í Svøríki í dag, tá Búgvi Poulsen fekk handað gull heiðursmerkið eftir at hava vunnið allar sínar 4 dystir í judokappingini í -81 kg. fyri veteranar millum 40 og 50 ár.
Hjá veteranunum kappaðist Sigmundur Johansen esini í bólkinum millum 30 og 40 ár. Hann vann tveir teir fyrstu dystirnar, men tapti tann triðja. Tað gav honum pláss í bronsufinaluni, sum hann tó tapti tepurt.