Føroyar vunnu fulla úrtøku

U-21 landsliðið: Úrslitið í kvøld var heilt øðrvísi, enn tað var fyri einum ári síðani í Niksic

Føroyar hava í kvøld vunnið U-21 EM undankappingardyst ímóti Montenegro. Úrslitið á Svangaskarði var 1-0 til Føroyar.

Málið skoraði Stefan Radosavljevic í 29. minutti við sera snildum hælsparki, eftir álop í vinstru og innlegg frá Adrian Justinussen. Stefan Radosavljevic taldist eisini millum málskjúttarnar, tá ið Føroyar vunnu 3-1 ímóti Ísrael.

Føroyar høvdu stórar partar av tíðini betri tak á spælinum, meðn býtið av støðum og møguleikum ikki var so ójavnt. Føroyar høvdu trý hornaspørk, og Montenegro hevði fimm hornaspørk.

Føroyar høvdu fimm royndir á málið, og Montenegro hevði fýra royndir á føroyska málið. Bæði liðini høvdu fimm royndir við síðuna av málinum.

Hagtølini siga, at Montenegro hevði tríggjar stórar møguleiar, meðan føroyingarnir høvdu ein stóran møguleika.

Næsti dysturin hjá Føroyum verður 12. november á útivølli ímóti Spania.

 

Føroyar – Montenegro 1-0 (0-0)

1-0: Stefan Radosavljevic 29.

Føroyar: Rói Zachariassen – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Ólavur Niclasen, Daniel Johansen – Stefan Radosavljevic, Hjalti Kárason Djurhuus – Adrian Justinussen, Petur Knudsen, Lukas Giessing – Pætur J. Petersen