Fótbóltur
Føroysku U-19 dreingirnir vunnu í gjárkvøldið ein rimmar sigur. Í Lyngby Cup, sum í hesi vikuni er í Lyngby, vunnu Føroyar 2-0 á KB. Talan er um U-19 liðið hjá FCK, sum heldur til á Frederiksberg. Í FCK vilja teir fegnir sjálvir klekja spælarar, og tað eydnast til ein ávísan mun. Men flestu spælararnir verða tó keyptir í øðrum feløgum.
Abraham Løkin, sum saman við Albert Ellefsen er venjari, sigur seg vera stak væl nøgdan við føroyska avrikið í gjárkvøldið:
- Hugburðurin hevur alstóran týdning. Hann var góður. Mánadagin sóu vit KB spæla ímóti AGF. Okkara vóru tilvitaðir um taktiska uppleggið, ið líktist nógv tí, sum okkara a- landslið brúkar, og spælararnir høvdu sjálvsálit at spæla fótbólt, halda upp á bóltin og at bjóða seg til. Uppspælið var ofta gott, og ikki minst, tá ið vit skoraðu málini var talan um gott uppspæl, sigur Abraham Løkin.
Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Jóhan Ellingsgaard legði Føroyar á odda í 6. minutti. Eftir gott uppspæl í vinstru legði Pól Jóhannes Justinussen innfyri, og ungi B36 spælarin stýrdi við høvdinum bóltin í KB málið.
Leiðslan varð tvífaldað í 36. minutti. Aftur hesa ferð var talan um gott uppspæl í vinstru. Øssur Dalbúð, sum var einsamallur á toppinum, meðan Jann Martin Mortensen var hangandi álopsspælari, sneiddi framvið einum og í besta Henry stíli setti hann úr brotsteigar samankomingini bóltin framvið málverjanum og í handaru síðuna av málinum.
Føroyska manningin ímóti KB: Hans Jørgensen, Skála - John Hammer, KÍ, Rógvi Holm, AB, Torkil Kollsker, HB, Erling Jacobsen, GÍ - Jóhan Ellingsgaard, B36 (Rasmus Nielsen, B71, 63.), Oddmar Færø, B36 (Heri Nesá, ÍF, 78.), Rógvi Poulsen, AB, Pól Jóhannes Justinussen, GÍ (Álvur Christiansen, KÍ, 46.) - Jann Martin Mortensen, NSÍ (Páll Klettskarð, KÍ, 74.) - Øssur Dalbúð, NSÍ (André Olsen, B68, 80.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Petur á Roykheyggi og Klæmint A. Olsen, NSÍ.
Tað hevur regnað illa í Danmark, og dysturin varð spældur á graslíki. Tað høvdu teir í KB biðið um. Kanska var tað ikki verri fyri føroyingarnar, at tað varð spælt á graslíki.
Í kvøld skulu Føroyar spæla ímóti AGF. Einki er at ivast í, at talan verður um stóra avbjóðing. AGF vann í fyrradagin 4-0 á KB.
Tað eru tveir bólkar í Lyngby Cup, og tað eru trý lið í hvørjum bólki. Tey spæla øll ímóti hvørjum øðrum, og so verður spælt um plaseringarnar. Í hinum bólkinum eru Lyngby, Landskrona og West Bromwich Albion.