Føroyar vunnu

Føroyar vunnu í dag seinasta dystin á talvolympiaduni í Turkalandi. Dysturin móti Myanmar - fyrr Burma - endaði um eitt-tíðina í dag við føroyskum sigri; úrslitið gjørdist 2½-1½.

 

Helgi Dam Ziska og John Arni Nilssen vunnu á 1.- og 2. borði, John Rødgård telvaði javnt á 3. borði, og Jóan Hendrik Andreasen tapti við svarta fólkinum á 4. borði.

 

Enn er ikki greitt hvussu endaliga úrslitið hjá Føroyum verður, tí nakrir tímar ganga helst enn, áðrenn alt er liðugt. Føroyar lógu fyri dystin í dag nummar 81 í røðini av teimum 157 londunum í kappingini. Føroyska landsliðið var styrkismett sum nummar 74.

 

Stórur spenningur er um, hvør vinnur talvolympiaduna. Fyri seinasta umfar lógu Kina, Armenia og Russland mestsum jøvn.