Fyrr í kvøld skrivaðu vit her á in.fo, at Leif Sørensen vann Embla matvirðislønina 2017 í bólkinum mathondverkarin. Og tað er rætt.
Men tað vísir seg, at Føroyar hava vunnið 3 av 4 virðislønum í norðurlendsku Embla matkappingini.
Heimablídni vann bólkin Marferðamál, og Dímunargarður vann í bólkinum Rávøruframleiðanrin. Og Leif Sørensen vann sum sagt bólkin Mathondverkarin.
Virðislønirnar vórðu handaðar í Keypmannahavn í dag.
Á myndini síggjast Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, bóndapar í Stóru Dímun, Leif Sørensen, kokkur, Poul Michelsen, landsstýrismaður, Óli og Anna Rubeksen, Heimablídni, og Gutti Winther, ið var innstillaður í bólkinum "Matsamskiftarin".
Myndina eigur Granskingarsetrið Inova.
Um bólkarnar verður sagt soleiðis:
Mathandverkarin 2017
Virðislønin verður latin einum mathandverkara, ið hevur ment eina serliga vøru, sum umboðar eina góða matlistaliga góðsku, har dentur er lagdur á norðurlendska rávøru og handaliga siðvenju.
Rávøruframleiðarin 2017
Virðislønin verður latin bónda, sjómanni, veiðumanni, hentara o.tíl., sum umboðar rávørur við høgari góðsku og góðum smakki, sum gagnnýtir nátúrligt og mentanarligt terroir í Norðurlondum, og sum sjálvur fær til høldar og virkar rávøruna.
Matsamskiftarin 2017
Virðislønin verður latin einum persóni, einum miðli ella einum konsepti, sum miðlar gleðina við norðurlendskum mati og styrkir kunnleikan til norðurlendskan mat.
Matferðamál 2017
Virðislønin verður latin felag, stovni ella øðrum, ið hevur fingið rávøruframleiðarar, matstovur og onnur til í felag at arbeiða fyri at menna eitt ávíst øki sum matferðamál
----------
Fakta um Embla matvirðislønina sæst her: