Føroyar vilja taka størri globala ábyrgd

-Men hjálpin má ikki drukna í burokrati og fyrisiting sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Menningarhjálp



-Komandi føroyska menningarhjálpin eigur ikki at drukna í burokrati og umsiting. Ætlanin er at brúka longu kendar felagsskapir og teirra royndir og ekspertisu í eitt nú Danmark ella Íslandi. Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður við mánaðarblaðið hjá danska hjálparfelagsskapinum DANIDA. Blaðið skrivar, at føroyingar ætla sær at taka størri globala ábyrgd og vera meira virknir, tá talan er um at vera við til at loysa trupulleikar í menningarlondunum.

Í blaðnum "Udvikling", sum júst er útkomið sigur løgmaður, at til tess at forða fyri at avmarka móttakaralondini, so skal man broyta fokus burtur frá fiskivinnuni. ?Føroyingar eru góðir til annað enn fiskarí, eitt nú IT. Vilja vilja økja um útbjóðingarmøguleikarnar og á henda hátt skapa ein samanhang millum føroyska vinnulívið og globalar samstarvspartnarar sigur løgmaður við blaðið.



Blaðið skrivar annars, at sum heild eru politikarar í Føroyum positivir, tá talan er um økta meninngarhjálp, men tilmæli hjá ST um at lata 0,7 % av bruttotjóðarúrtøkuni er tó eitt sindur ov ambitiøst fyri Føroyar. Tað vil svara til 70 milliónir kr.

Jóannes Eidesgaard sigur, at Føroyar koma at lata sjey milliónir í menningarhjálp afturímóti teimum 200.000 til 300.000 kr., sum higartil eru latnar um árið og sum hava verið umsitnar av eitt nú ymiskum átrúnaðarligum felagsskapum. Landsstýrið hevur tó latið tvær milliónir kr. til Afganistand og tvær til Kosovo.