BRIDGE
Avgerðin um at fara við til EM, má sigast vera ein stórhending í føroyskum bridge høpi. Hetta verður fyrstu ferð, at vit føroyingar taka lut í hesari kappingini. Higartil hava vit bara spælt við í NM kappingunum.
EBL Simultan
Tann europeiska simultan kappingin verður spæld komandi viku. Her í Føroyum verður spælt mánakvøldið 26. november í Havn og í Fuglafirði og mikukvøldið 28. november í Klaksvík. Bæði kvøldini verður byrjað at spæla kl 19.00.
Ein simultan kapping er ein kapping, har øll spæla somu kort sama dag ymsa staðni ? í hesum førinum í Europa. Tá øll úrslitini eru savnað saman og gjørt er upp, kunnu vit fara inn á internetið og síggja úrslitini. Heimasíðan hjá Havnar Bridgefelag: www.bridge.fo leggur eina slóð út til heimasíðuna hjá EBL, har úrslitini verða at síggja.
Átekning til kappingina er á staðnum.
Eitt gott mótspæl
E/- Sp 532
Hj QJ107
Rú QJ42
Kl Q7
Sp KQ76 Sp 84
Hj K6 Hj A9843
Rú A103 Rú K97
Kl A632 Kl KJ9
Sp AJ109
Hj 52
Rú 865
Kl 10854
NS: Bogi Simonsen ? Rói á Rógvu Joensen
EV: Henriette Svenstrup ? Jóna Grunnveit
V N E S
- - 1hj pass
1sp pass 1ut pass
3ut pass pass pass
Útspæl: rú 8
Spælið er frá dystinum millum Junior Busstaxa og Jónu Grunnveit í 1.deild 3. november í Bridgehúsinum.
Rói valdi at spæla rútara út. Um hann hevði spælt spaðara út, hevði spælførarin lættliga tikið 9 stikk. Borðið legði rú 3, Norðan rú Q, og spælførarin tók við konginum. Hjartari varð spældur til kongin, og síðan lítil kleyvari frá borðinum til dreingin. Spælførarin tók nú hj A og spældi enn ein hjartara ? Sunnan og borðið kastaðu spaðara, og Norðan fekk stikkið við dreinginum. Spaðari frá Norðan, sum borðið slapp at eiga við frúnni.
Spælførarin royndi nú, um kleyvarin sat 3-3. Men tað gjørdi ikki, og Sunnan kom inn uppá tann fjórða kleyvaran. Hann spældi so rútara, og spælførarin skuldi gita, hvør hevði rú J. Lítil rútari frá borðinum, Norðan fekk fyri dreingin, tók fyri hj Q og spældi spaðara til essið hjá makkaranum. Kontraktin fór soleiðus ein niður.
Kontraktin kann altíð vinnast, um spælførarin spælir uppá, at sp A er hjá Sunnan, men her gjørdi mótspælið tað trupult fyri spælføraran.
At enda skulu vit minna á, at tað er opið hús í Bridgehúsinum hvønn sunnudag kl 14.00!