Stóra messan fyri ferðavinnuna í Føroyum, Íslandi og Grønlandi, Vestnorden Travel Mart, fór av bakkastokkið í morgun. Í ár er tað Ísland, sum er vertur fyri messuni, ið fer fram í Hørpu í Reykjavík.
Ymiskir veitarar innan ferðavinnuna hava í dag og í morgin hvør sín bás inni í Hørpu, har keyparar úr øllum heiminum kunnu vitja.
Umframt veitarar og keyparar eru eisini onnur umboð fyri ferðavinnuna og politikarar og fjølmiðlafólk til staðar á messuni.
At Føroyar luttaka á messuni hevur stóran týdning fyri føroysku ferðavinnuna, sigur Súsanna Sørensen frá VisitFaroeIslands:
- Hetta er tann mest týðandi ferðavinnumessan í okkara øki. Tað koma keyparar úr allari verðini, og tískil er hetta eitt gott høvi hjá Føroyum at hitta ferðasmiðir, sum eitt nú longu selja Ísland og kundu verið áhugað í at selja Føroyar eisini. Harumframt er henda messan eitt gott høvi at hitta fólk, sum longu selja Føroyar. Vit kunnu heilsa uppá og tryggja okkum, at tey hava nýggjastu vitanin um Føroyar sum ferðamál, sigur Súsanna Sørensen.
Tað er North Atlantic Tourism Association, sum síðani 2006 hevur skipað fyri messuni. Føroyar, Grønland og Ísland skiftast um at skipa fyri. Ísland 2. hvørt ár og Føroyar og Grønland 4. hvørt ár.










