Edmund Joensen hevur fingið lyfti frá donsku stjórnini um, at møguligar upplýsingar um CIA-flogfør í føroyskum loftrúmi verða tiknar við í eina danska kanning Edmund Joensen hevur lovað at atkvøtt saman við donsku stjórnini um eina kanning av møguligum CIA-fangaflogførum í donskum loftrúmi. Málið kemur fyri í Fólkatinginum í morgin.
Aftur fyri hevur føroyski fólkatingsmaðurin fingið lyfti frá donsku stjórnini um, at kemur kanningarnevndin fram á upplýsingar um Føroyar í sambandi við kanningina av CIA-flogførinum, so verða hesar tiknar við í kanningina. Hetta skrivar Ritzau í kvøld.
- Føroyar verða tiknar við í kanningina, um nakað bendir á, at CIA-flogfør hava verið í føroyskum loftrúmi, og føroyingar fáa allar viðkomandi upplýsingar um hetta, sigur Edmund Joensen við Ritzau.









