Jan Müller
Hóast tað hevur ljóðað, at føroyingar heldur ikki vera við í Aberdeen í heyst, so bendir okkurt nú kortini á, at Føroyar fara at hava ein bás á oljumessuni í Skotlandi.
Eftir øllum at døma verður føroyskt vinnulív umboðað, tá ein av heimsins størstu oljumessum “Offshore Europe” verður í Aberdeen í døgunum 6. til 8. september. Hóast tað hevur ljóðað, at Føroyar ikki verða við á oljumessum komandi árini vegna sparingar, hevur Uttanríkisráðið tikið stig til at leiga eitt minni framsýningaøki á oljumessuni í heyst.
Offshore Europe er á øðrum hvørjum ári í Aberdeen. Føroyskar fyritøkur við áhuga innan frálanda-vinnu hava luttikið á hesi framsýning síðani 1995. Annaðhvørt ár er oljumessa í Stavanger, sum var hildin í fjør uttan føroyska luttøku fyri fyrstu ferð í meira enn 15 ár.
Stórur áhugi er í altjóða oljuheiminum fyri komandi boringini hjá Statoil á føroyska landgrunninum. Statoil hevur bundið seg til at bora tveir brunnar í Føroyum í ár og næsta ár. Um stutta tíð fæst at vita, um annar brunnurin verður boraður í vár ella summar. Verður hetta í ár fer tað sjálvandi at vera stórur áhugi fyri føroyska básinum í Aberdeen. Vil væl til kann úrslitið av brunninum verða greitt til oljumessuna, sjálvandi alt eftir um boringin byrjar í vár ella í summar.
Tað er nú upp til føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur at gera av, um tær vilja vera partur av føroyska básinum. Lív Lamhauge, sum stendur fyri tiltakinum í Uttanríkisráðnum, sigur við Sosialin, at vónandi taka fleiri fyritøkur oo. av tilboðnum at vera við í Aberdeen í heyst. Uttanríkisráðið hevur goldið fyri leigu av øki á messuni, og so er upp til fyritøkurnar at gera av, um tær vilja vera við. Um áhugi er fyri at luttaka skal boðast frá til Uttanríkisráðið í hesi vikuni. Til ber eisini at venda sær til Lív Lamhauge á livl@mfa.fo Sosialurin skilur, at fleiri fyritøkur longu hava víst áhuga fyri at luttaka.