Løgmaður setur tiltakið týsmorgun 13. september klokkan 9.00 í Norðurlandahúsinum. Vestnorden Travel Mart er týdningarmesti sýnisgluggi innan ferðavinnu fyri tey trý londini Føroyar, Ísland og Grønland í NATA samstarvinum. Hetta er 26. ferð at tiltakið verður hildið. VisitFaroeIslands (Uttanríkisráðið) fyriskipar tiltakið, sum er í Føroyum 4. hvørt ár.
– Hetta er annað stóra ferðavinnutiltakið í Føroyum í ár og nú verða Føroyar karmur um enn eitt stórt tiltak á ferðavinnuøkinum. Vestnorden Travel Mart er eitt gylt høvi hjá Føroyum at vísa ferðasmiðjum og søluumboðum úr øllum heiminum tað besta Føroyar hava at bjóða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Í ár hava fyrireikararnir sum nakað nýtt valt at skipa fyri einum evnisdegi sum part av tiltakinum. Kendi futuristurin, Anne Lise Kjær, fer at røða um framtíðarrák og tær avbjóðingar, sum veitarar av ferðavinnu hava í framtíðini, m. a. hvussu vit í útnorðri kunna skilja okkum burturúr mongu ferðamálunum í heiminum.
Sjálv ferðavinnumessan verður í Høllini á Hálsi, men tiltøk verða annars aðrastaðni í býnum, so sum í Norðurlandahúsinum og Müllers Pakkhúsið.
Luttøkan í ár liggur á sama støði sum undanfarin ár við útvið 300 útlendskum gestum. Ein fjórðingur av keyparunum, ið taka lut í ár, hava ikki verið á Vestnorden Travel Mart áður, og tískil er hetta ein møguleiki hjá luttakarunum at skapa nýggj sambond.
Keypararnir koma úr allari verðini, bæði frá hinum norðurlondunum og Evropa, men eisini úr Australia, Japan, Kina, Kanada, Russlandi og USA.
Nakað av fjølmiðlafólkum verða eisini við, hesi umboða ferðavinnubløð í Danmark, Noregi, Russlandi, Italia og Grønlandi.
Ferðavinnutiltakið er ikki opið fyri almenninginum, men av tí at fyrireikararnir hava fingið fyrispurningar um atgongd til fyrilesturin hjá Anne Lise Kjær, verða nøkur fá atgongumerki seld til fyrilesturin. Fyrilesturin, ið hevur heitið »A Good Story will Always Win« verður í Norðurlandahúsinum 13. september kl. 9.00. Atgongumerkini geva bert atgongd til fyrilesturin og ikki til Vestnorden Travel Mart annars.