Føroyar vertur fyri Ung i Norden 2006

Næsta summar savnast 250 ung úr øllum Norðurlondum í Føroyum á Ungdómslistastevnu. Í næstum verður farið undir at finna fram til, hvørjir ungdómar skulu umboða Føroyar á stevnuni


Í juni mánað næsta ár verður sonn innrás av norðurlendskum ungdómum í Føroyum. Tá verða Føroyar nevniliga vertur fyri afturvendandi Ungdómslistastevnuni, ?Ung i Norden?, hjá Norðurlanda Ráðharraráðnum.
Ungdómsmentan
Í eina heila viku fara 250 ung í aldrinum 14 til 18 ár at arbeiða saman listarliga, taka lut á ymsum verksmiðjum, umframt at tey fara at hava framsýningar.
Í fyrstu atløgu verða tey ungu býtt upp í tríggjar høvuðsbólkar, ið fyrst hevur til endamál at geva teimum møguleika at koma at kenna hvønn annan betri, samstundis sum tey arbeiða saman um eina listarliga verkætlan. Eisini skulu tey í smærri bólkum velja seg inn á eina av fimm listagreinum, sum tey arbeiða við á verksmiðjum. Á verksmiðjunum fáa tey vegleiðing frá einum yrkislistafólki, sum hevur til uppgávu at lofta hugskotunum hjá teimum ungu og vegleiða tey soleiðis, at arbeiðið kann enda við eini framsýning. Tað eru tey ungu sjálvi sum gera av, hvørjum tey arbeiða við, men onkusvegna skal verkætlanin umboða teirra egnu ungdómsmentan.
Sjálvar verksmiðjurnar verða hildnar á Føroya Læraraskúla, meðan stóra endaliga framførslan verður í Norðurlandahúsinum 2. juli 2006.
Í næstum fer MáF og FUR at koma við uppskoti um, hvssu tey ungu, sum skulu umboða Føroyar á stevnuni, skullu veljast út. Í øllum førum er tað umráðandi, at stýrisbólkurin kann tryggja sær, at luttakarnir eru sinnað at arbeiða hart og seriøst hesar dagarnar fram móti endaligu framførsluni, sigur Hedvig Westerlund- Kapnas, verkætlanarleiðari.
Dyggan stuðul
Norðurlendska Ungdómslistastevnan,?Ung i Norden? er størsta afturvendandi ungdómstiltakið hjá  Norðurlanda Ráðharraráðnum. Stevnan varð hildin fyrstu ferð í Norra í 1997. Síðani hevur hon verið í Finlandi í 1999, í Svøríki 2001 og í Danmark síðsta ár. Nú Føroyar skulu vera vertur fyri stevnuni í 2006, hevur føroyski stýrisbólkurin júst havt fund við norðurlendsku umboðini, har uppskotið til, hvussu stevnan skal skipast Føroyum, varð góðkent. Hedvig Westerlund-Kapnas sigur, at norðurlendsku umboðini fegnaðust um tann dygga stuðulin, stevnan fær frá bæði býráðum og ymsum stovnum í Føroyum.
Fyriskiparar av Ungdómslistastevnuni í Føroyum 2006 eru Norðurlandahúsið í samstarvi við Tórshavnar býráð, Meginfelag Áhugaleikara Føroya og Føroya Ungdómsráð.