Í døgunum 19. og 20. oktober verður Norðurlandahúsið karmur um fund hjá Arktiska Ráðnum. Talan er um ein av tveimum árligum fundum á embætisstigi. Fundurin verður hildin í Føroyum í sambandi við formansskapin hjá Danmark í Arktiska Ráðnum í tíðarskeiðinum 2009 til 2011.
Á skrá verða evni sum heilsa, lívfrøðiligt fjølbroytni, havumhvørvi, skipaferðsla og veðurlagsbroytingar.
Umleið 140 luttakarar vera á fundinum. Hesi eru m.a. umboð fyri uttanríkisráðini í limalondunum Danmark/Grønland/Føroyar, Finnland, Ísland, Kanada, Noreg, Russland, Svøríki og USA og umboð fyri sokallaðu føstu luttakararnar, sum eru seks felagsskapir fyri upprunafólk í Arktis. Fleiri lond uttan fyri Arktis luttaka sum eygleiðarar eitt nú ES, Kina og Japan.
Uttanríkisráðharrin verður vertur fyri eini móttøku í Fornminnissavninum í sambandi við fundin. Harafturat verður skipað fyri kunnandi tiltakið á Náttúrugripasavninum mikukvøldið 20. oktober kl. 20.00, har føroysku umboðini í arbeiðsbólkunum í Arktiska Ráðnum greiða frá sínum virksemi. Tiltakið er alment.
Arktiska Ráðið varð stovnað í 1996 og er eitt uttanríkispolitiskt samstarv millum USA, Russland, Kanada og norðurlond. Føroyar hava síðani 1998 verið formligur partur av danska limaskapinum. Arktiska Ráðið til endamáls at fremja samstarv og samskipan millum londini í Arktis um evni av felags áhuga, við denti á burðardygga menning og umhvørvisvernd.








