Føroyar verða verandi í ríkinum

Danskir og Føroyskir embætismenn skulu nú í holt við samráðingar um eina loysn á sjálvstýrisspurninginum, sum liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kunnaði danski forsætisráðharrin um á fundi í 21 mannanevndini í gjár

 

 

Danski forsætisráðharrin er til reiðar at lata embætisfólk síni fara í samráðingar við embætisfólkini hjá løgmanni um at broyta heimastýrislógina.

Hetta ger Poul Nyrup Rasmussen greitt í einum brævi, sum hann hósdagin sendi løgmanni, og sum Sosialurin hevur fingið innlit í.

Í brævinum vísir danski foræstisráðharrin til óformella fundin, sum hann og løgmaður høvdu í Reykjavík tann 5. november í ár. Á hesum fundinum skal Anfinn Kallsberg hava skotið upp, at partarnir fara undir samráðingar um at broyta heimastýrislógina, soleiðis at tað innan fyri rammur ríkisfelagsskapsins skal skapast eitt breiðari grundarlag fyri at taka yvir fleiri málsøki.

Somuleiðis vísir danski forsætisráðharrin á, at møguleiki er fyri at gera eina víðkaða heimastýrislóg við at fremja nakrar broytingar í verandi heimastýrislóg. Hendan møguleikan skal landsstýrið sambært danska forsætisráðharranum eisini hava nevnt fyri donsku stjórnini.


Einki fullveldi

Poul Nyrup Rasmussen kunnaði limirnar í serligu 21 mannanevndini, sum fylgir gongdini í sjálvstýrismálinum, um hetta brævið á fundinum, sum varð hildin á Christiansborg fríggjamorgunin.

Sosialurin hevur tosað við Piu Larsen, sum var við á fundinum, og sum við einum skrivligum fyrispurningi til forsætisráðharran um gongdina í málinum var orsøkin til fundin.

Pia Larsen staðfestir, at danski forsætisráðharrin vísti á, at talan verður um samráðingar um eina loysn, sum liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Eisini staðfestir hon, at Poul Nyrup Rasmussen segði, at løgmaður hevur heitt á seg um at fara undir samráðingar um at broyta heimastýrislógina.

Í brævinum til løgmann ger Poul Nyrup Rasmussen púra greitt, at talan ikki verður um samráðingar um fullveldi.

Danski forsætisráðharrin vísir á, at samráðingarnar ikki kunnu fatast sum nøkur broyting í rættarligu støðu Føroya.

Poul Nyrup Rasmussen skrivar millum annað soleiðis í brævinum til Anfinn Kallsberg: »Færøernes statsretlige og folkeretlige status vil med andre ord være uendret, dvs. som vi kender dem i dag. Hvis den færøske befolkning på et tidspunkt i fremtiden træffer beslutning om at træde ud af riget, vil det således efter grundloven være nødvændigt med et samtykke fra regeringen og Folketinget på dette tidspunkt. Den ændring af hjemmestyreordningen, som der nu indledes forhandlinger om, vil naturligvis ikke kunne ændre herpå«

Sostatt ger danski forsætisráðharrin púra greitt, at samráðingarnar, sum partarnir nú fara undir, einki hava við Føroyskt fullveldi at gera.


Fullveldi enn málið

Tað hevur ikki eydnast Sosialinum at fáa viðmerkingar frá løgmanni til brævið frá danska forsætisráðharranum. Men Høgni Hoydal, varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, staðfestir, at landsstýrið framvegis arbeiðir fram ímóti fullveldinum.

? Landsstýrið arbeiðir við at avrigga heimastýrislógina, soleiðis at vit innan fyri eitt ávíst áramál hava yvirtikið øll málsøki og kunnu atkvøða um at seta í gildi eina føroyska grundlóg fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal.