- Tað følist sum um, at Føroyar verða stýrdar eftir eini kovboybók, har skotið verður fyrst og spurt verður aftan á.
Tað er skoðsmálið, samgongan fær frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, á flokstinginum í morgun.
- Landið verður myndað av eini stjórn, ið fremur knappligar og fólkaræðisliga óviðgjørdar grundvallarbroytingar í samfelagnum
- Í knøpp átta ár, hevur landsins stjórn verið myndað av politiskari stillstøðu og naggatódn, har ongar avgerðir hava verið tiknar.
- Búskapurin hevur verið sleptur uppá fjall og eftir stokkutan hita við ovurnýtslu og tilvildarligum marglæti, er stórt hall vundið uppá landskassaroknskapin. Og stútt hevur verið roynt at niðursjóða allar neyðugar nýskipanir og frambrot.
- Í tjóðskaparmálum hava nú Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tikið undir við at taka stór lop aftur í tíðina og binda okkum fastari at donskum pengum.
- Nú skjóta teir seg undir, at hækkingin í gjaldinum fyri at selja okkara sjálvræði og sjálvsvirðing, gjørdist ikki so stór, sum sambandsflokkurin ætlaði.
- Men til tað er at siga, at talan var um tilvild. Og at tað er ongin munur á um tú leypir í havið og druknar á átta favna dýpi ella á 150 favna dýpi.
Myndin er av fundarfólki, sum lurta eftir formanninum á flokstinginum í morgun.